Mannagongd
Fyrsta stigið hjá tí, sum ynskir eina matrikulera broyting, er at skriva eina umsókn. Umsóknarbløð fáast á kommunuskrivstovuni ella kunna takast niður av heimasiðuni.
Heinta her
Umsóknin skal latast Umhvørvisstovuni, sum siðani bíður viðkomandi kommuna ummæla málið.
Ein hent mannagongd er, at umsøkjarin fer til kommununa, sum síðani sendir Umhvørvisstovuni umsóknina saman við ummæli sínum.
Umhvørvisstovan kannar ognarviðurskifti hjá Tinglýsingina og ansar eftir, um møguligt pant, úttøka og/ella servittuttar eru lýstir á ognina, sum forða avgreiðslu av málinum ella sum skulu umskipast, áðrenn málið kann fremjast.
Verður mett, at umsóknin skal noktast, fær umsøkjarin bræv, har grundgivið verður fyri avgerðini, og kæruvegleiðing givin. Avrit verður sent til kommununa.
Í førum, har tað er neyðugt at søkja aðrar myndugleikarnar um loyvi, verður málið at bíða, til útsøgn er komin frá teimum.
Vanliga verða uppmátingar og avmerkingar gjørdar á staðnum, og máliblað, partakort og høvuðskort verða teknaði. At enda verður yvilit skrivað at rætta matrikulin eftir.
Góðkenningarskriv verður sent eigara, Tinglýsing, kommunu, Búnaðarstovuni og sýslu.
Eigarin fær partakort og máliblað, og tekniska umsitingin í kommununi fær máliblað og eitt avrit av høvuðskortinum.
Les meira:
Kunngerð nr. 14 frá 11. februar 2009 um gjøld eftir matrikullógini.